Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Páll Oddur og Finnur spæla á Koronakonsertini í kvøld

Vanliga hevur SMS ymisk tiltøk á Torginum, men nú húsið er stongt, er hetta tíverri ikki gjørligt. Somuleiðis hevur koronasmittan havt eina ávirkan á tónleikarar kring alt landið, við tað at konsertir og tiltøk eru avlýst. Tískil hevur SMS saman við fleiri føroyskum tónleikarum funnið upp á ráð og stroyma konsertir beinleiðis av Torginum í SMS.

Tað er Kim Hansen, sum er vertur til konsertirnar, og hann fær ymiskar tónleikarar á gátt, sum allir framføra nøkur løg og fáa sær eitt prát við Kim.

Sunnukvøldið 29. mars kl. 21 eru tað Páll Oddur og Finnur, sum koma at framføra saman við Kim Hansen á koronakonsert.fo ella á Facebooksíðuni, Koronakonsert.