Tiltøk
Pallborðsfundur í SMS
Kom við til pallborðsfund mikukvøldið 30. oktobur kl. 19.30 á Torginum í SMS.
Býráðsvalið í Havn er tað mest spennandi í longri tíð. Meðan summir flokkar eru í upploysn, verða aðrir stovnaðir. Allir flokkar vilja tó sama: Fáa valdið á vaglinum.
Á pallborðsfundinum í SMS verða nøkur av heitastu evnunum viðgjørd: Hvussu ætla politikarar at loysa bústaðarneyðina? Hvussu passar hetta saman við býarplanlegging annars? Hvat verður gjørt fyri tey yngstu og tey elstu? Og hvussu ætla flokkar at loysa politiska klandrið annars? .
Fundurin verður stroymdur. –> https://www.youtube.com/live/6LFlBp-bCKs
Orðstýrarar vera Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam frá Frihedsbrevet.