Tíðindi
Parfumur tú ikki mást missa!
Nýggjar parfumur í Matas, sum tú ikki mást missa!
Eilish No2
Nýggjasta parfuman hjá Billie Eilish hevur ein dragandi anga, sum byrjar frískligt við italskari bergamot og súreplablómum. Efter hetta ein jarðkendur angi av træ, sum er kryddaður við papyrus og svørtum pipari við eini mótsetningi av villum og vátum dreymasóljublómum. Við støði í einum trækendum palo santo og íbinviði, sum hegnisliga er pakkaður inn í eitt metalkent, fjølbroytt sløri av huðmosk, angar tú væl í fleiri tímar.
Prísur:
431,- 30 ml
533,- 50 ml
629,- 100 ml
Gucci Flora Gorgeous Magnolina Eau de Parfum
Gucci Flora Gorgeous Magnolia er tann triðja parfuman í #FloraFantasy-kollektiónini.
Parfumørarnir Daphné Bugey og Marie Salamagnes hava skapað nakað óvæntað og meir enn bert eina parfumu. Tey hava skapt eina parfumu, sum loysir títt hugflog og letur teg ferðast inn í annan heim, har blómuangin útstrálar ljósstyrki og minnir teg á, at tú ert sterk, og at tú skalt stóla uppá teg sjálva.
Parfuman er í eini lakkaðari fløsku við einum hugtakandi reyðbláum litbrigdi, sum umboðar allar tær dygdir, tú hevur! Samstundis er hon prýdd við sermerkta Gucci floramynstri við livandi blómum, har tann ytra innbjálvingin ímyndar blómuangan, sum er innaní.
Prísur:
665,- 30 ml,
929,- 50 ml
1.294 ,- 100 ml
Burberry Goddess Eau de Parfume
Ert tú til parfumur, sum anga av vanilju, er Burberry Goddes júst tín parfuma!
Sermerkta Burberry Goddess luktilsi er gjørt við vegnarauppskrift, har grundevnið er ein kraftamikil angi av trimum vaniljusløgum. Aftrat vaniljusamanrenningini við trælíknandi anga er ein vaniljuluktur av vanljukaviar blandaður uppí við ríkum søtleika, og botnurin av vaniljuni er eitt ljóst leygarurtaluktilsi.
Burberry Goddess Eau de Parfum er í snøggari, fýrakantaðari fløskui, sniðgivin við møguleika fyri áfylling. Tann ljósareyða innbjálvingin er prýdd við rundum gullprýði, sum ber boð um tann ríka siðaarvin hjá Burberry merkinum.
Prísur:
634,- 30 ml,
913,- 50 ml
1.227,- 100 ml
MYSLF Eau De Parfum
MYSLF Eau De Parfum er tann nýggja mansliga parfuman frá Yves Saint Laurent við luktilsi av blómum og trøum, sum passar væl til tann modernaða mannin.
Við ríkum anga av bergamot, appelsinblómum, heitum træanga, patchouli og musky Ambrofix, smeltar tann trælíknandi lukturin saman við húðini og gevur tann sermerkta angan, tín anga, MYSLF.
Fløskan er stásilig og tíðarleys við tí ikoniska Yves Saint Laurent Cassandre búmerkinum.
Glasfløskan, sum kann fyllast aftur, er partvíst gjørd úr endurnýtsluglasi, og eskjurnar eru FSC™ MIX-góðkendar. Við møguleika fyri áfylling ert tú við til at minka um nýtsluna av pakkitifari.
Prísur:
772,- 60 ml,
978,- 100 ml
1.183,- 150 ml