Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by
The Body Shop

2. HÆDD

Tel: 31 95 05
Facebook
Instagram
Heimasíða

Mánadag - hósdag
10.00 - 18.00

Fríggjadag
10.00 - 19.00

Leygardag
10.00 - 18.00

Sunnudag
Stongt

Prei til vetrarsminkuna og hvussu sminkan skal halda væl á

Noomi Sjúrðardóttir Dam / The Body Shop

Noomi Sjúrðardóttir Dam er handilsleiðari í The Body Shop. Hon er 40 ára gomul og eigur tvey børn, Sjúrð og Elias. Í frítíðini dámar henni at vera kreativ, sminka, binda og seyma. Henni dámar eisini fótbólt og at vera saman við familju og vinum.

Eg mæli til, at vit dagliga reinsa húðina, og geva húðini vætu við millum annað Edelweiss Soothing Day Cream, sum hevur ríkiligt av vætu og antioxidantir í sær.
Brúka andlitsmasku javnan og brúka andlitsskrubb eina ferð um vikuna. Her mæli eg til Vitamin C Microdermabrassion Face Scrub, ið tekur tær deyðu húðkyknurnar burtur. Hetta andlitsskrubb ger húðina javna og slætta.
Áðrenn tú sminkar tær, er tað eitt gott hugskot at smyrja ein primara á húðina. Primarin fær porurnar at sýnast smærri, og sminkar heldur longri á. Her hava vit Instablur Primer til normala og oljuta húð og so Vitamin C Skin Boost til turra húð.
Vilt tú hava meira lit og glow, so blanda eitt sindur av Drops of Sun upp í títt foundation ella dagkrem. Vit hava Wash Of Tan. Tað er eitt líknandi krem til kropp, sum tú kanst blanda upp í títt body lotion, um tú skalt hava berar armar og bein.
Aftaná foundation mæli eg til at putra húðina eitt sindur. Putrið setir sminkuna, so hon heldur longri. Loose Powder er eitt putur, ið riggar til øll av tí, at tað liggur so lætt á húðini og sær ikki so putrut út. Vit hava ymisk sløg av putri til ymiska húð, so tað er bara at spyrja, so fáa tit vegleiðing.
Eitt gott prei til eygu og kinnar er okkara Shimmer Waves Bronze. Palettin inniheldur fimm litir, ið rigga væl til eygnaskuggar. Blandar tú litirnar saman, er tað rættiliga vakurt sum bronzari. Til kinnar og highligt er lekkra palettin Shimmer Waves Blush sera frísk av tí, at hon gongur yvir í rosa.
Minst til setting spray at enda við. Setting spray fær húðina at síggja frískligari út og fær sminkuna at halda longri á.
Prikkurin yvir i’ið er ein lekkur varrastift ið heldur alt kvøldið. Matte Lip Liquid og Vinyl Lip Glos eru perfektar til borðhaldið ella veitsluna.