Lýsing
KORTIÐ KANN BRÚKAST EINS OG VANLIGT GJALDSKORT
Í ØLLUM HANDLUNUM Í SMS
SOLEIÐIS VIRKAR KORTIÐ
Tá ið keypt verður í einum av handlunum í SMS, og tú vilt rinda við gávukortinum, verður kortið drigið ígjøgnum FR-terminalin í viðkomandi handli á sama hátt, sum tá tú rindar við vanligum gjaldskorti.
Keypsupphæddin verður drigin av kortinum beinanvegin. Tað ber til eina og hvørja tíð til at kanna saldo og nýtslu á kortinum. Hetta verður gjørt á heimasíðu okkara sms.fo ella á SMS gávukort appini.
VIRÐI Á KORTINUM
Gávuupphæddin kann vera úr 50 upp í 3.000 kr.
Vilt tú hava eina upphædd oman fyri 3.000 krónur, verður upphæddin býtt yvir fleiri gávukort.
HENTLEIKAR
Kortið kann brúkast eins og vanligt gjaldskort í øllum handlunum í SMS, og nýtslan og restupphæddin kann avlesast beinleiðis her á síðuni ella á ”SMS gávukort appini.
TREYTIR
Gávukortið er galdandi í fýra ár frá útgávudegnum. Kortið má goymast væl, tí burturmist kort verða ikki endurgoldin. Tænastan verður latin í samstarvi við PBS.
VEITING
Til ber antin at heinta gávukortið á Marknaðardeildini í SMS yrkadagar millum kl. 10 og 16 ella við at fáa tað sent til dyrnar. Um gávukortið verður heintað, verður tað einans útflýggjað við kvittan frá nethandlinum. Gávukortini verða send við Posta, og veitingin er tískil tann sama sum hjá Posta.