Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Reiley á pall í SMS

Fyri eini viku síðani gjørdi hann bart í finaluni í donsku Melodi Grand Prix kappingini, og nú kann SMS við stoltleika avdúka, at Reiley vitjar á Torginum komandi mánadag.

Reiley, sum nógv tónleikakøn meta hevur góðar møguleikar í altjóða Euro Vision finaluni í Liverpool í mai við sanginum “Breaking my heart”, gleðir seg eisini at sleppa á pall í Føroyum, og vit í SMS eru sera glað fyri at geva Føroya fólki møguleika at hoyra føroysku stjørnina í heimbýnum hjá sær.

Tað verður nú mánadagin 20. Februar klokkan 16.30, at Reiley fer á pallin á Torginum í SMS at framføra tveir sangir, men fyrst fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at bjóða Melodi Grand Prix vinnaranum og øllum øðrum vælkomnum.

Eftir framførsluna verður tað eisini møguleiki at fáa bæði eina autograf og eina selfie við Reiley.