Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Rosa frá Rouladegade á Torginum

Gleðið tykkum til leygardagin 19. oktober kl. 13, tá kenda danska barnastjørnan Rosa frá Rouladegade, sum vit kenna frá Ramasjang, kemur at spæla á Torginum í SMS.

Rosa fer við hjálp frá jazz tónleikarunum Palle og Sille at syngja fleiri av hennara kendu løgum, sum vit hava hoyrt frá m.a. Rouladegade, Byttebiksen, Sovedyr på Eventyr, Cirkus Summarium og onnur hitt frá Ramasjang.

Rosa gleðir seg ordiliga nógv at syngja fyri børnum og vaksnum, og sigur, at tit endiliga mugu taka yndisbamsuna við eisini. So um tín yndisbamsa liggur heima og droymir um at koma út og dansa, tak hana við til køkurokk og rull, við livandi og festligum tónum frá Rosu við bólki.