Tíðindi
Rosa frá Rouladegade í SMS
Gleðið tykkum til t. 19. oktober tá kenda danska barnastjørnan Rosa frá Rouladegade, sum vit kenna frá Ramasjang, kemur at spæla á Torginum í SMS.
Rosa fer við hjálp frá jazz tónleikarunum Palle og Sille at syngja fleiri av hennara kendu løgum, sum vit hava hoyrt frá m.a. Rouladegade, Byttebiksen, Sovedyr på Eventyr, Cirkus Summarium og onnur hitt frá Ramasjang.
Rosa gleðir ordiliga nógv at syngja fyri børnum og vaksnum, og sigur at tit endiliga kunnu taka yndisbamsuna við eisini. So um tín yndisbamsa liggur heima og droymir um at koma út og dansa, tak hana við til køkurokk og rull, við livandi og festligum tónum frá Rosu við bólki.
Meira kunning kemur seinni á sms.fo