Opið í dag 10.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 20.00
Miklagarður
10.00 - 20.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Røskva útlærd sum materialist

Røskva S. Nielsen er 25 ár og er í læru hjá The Body Shop í SMS. Hon hevur verið í læru seinastu trý árini. Hon hevði arbeitt í handlinum sum hjálparfólk í trý ár, áðrenn hon valdi at fara í læru sum materialist.

Røskva hevur altíð havt áhugað fyri sminku, og tí valdi hon at søkja arbeiði í The Body Shop á sinnið. Lærutíðin í handlinum hevur síðani veruliga vakt hennara áhuga fyri húðrøkt. Hon hevur tískil valt, at hennara yrkisroynd skal snúgva seg um húðrøkt, og í tí sambandi fer hon í eina viku at gera ókeypis húðtest. Húðtestin verður tikin í The Body Shop í SMS 28. januar til 4. februar, og hon er ókeypis.

Røskva gongur á materialist skúlanum í Skåde í Danmark, sunnanfyri Århus, har hon lærir nógv um húð, sminku, heilsu og vælveru sum heild. Har hevur hon fingið sera nógva, góða vitan um húð og húðrøkt, og hon gleðir seg at geva hesa vitanina víðari.

Røskva skal niður at verja sína uppgávu 25. februar. Hon kann kalla seg Materialist, tá hon fær prógvið handa 28. februar 2020.