Rynkeby í SMS

15. Februar 2020

Rynkeby verður á Torginum í SMS leygardagin 15. februar kl. 11-14. Har verður ymiskt undirhald, framløgur, tónleikur og kappingar.

Skráin:
11:00-11:10 Eirikur Joensen bjóðar vælkomin
11:15-11:30 1. súkklipar (Regin I. Jacobsen og Jákup Petur Eliassen)
11:30-11:45 Súnfríð Jacobsen: um at missa
11:45-12:00 2. súkklipar (Tórvør Vang og Súsanna Skylv)
12:00-12:15 Ken Bærentsen súkklar á einum hjóli
12:20-12: 35 Sofus Hansen spælir tónleik
12:45-13:00 Jansy Gaardlykke frá Krabbameinsfelagnum: um grunnin og hvat pengarnir fara til
13:00-13:15 Martin Joensen spælir tónleik
13:20-13:35 3. súkklipar (John Petersen og Katrin Petersen)
13:35-13:50 Jógvan Fríðriksson, bispur: um at hjálpa teimum, ið treingja
13:50 – 14:00 Lutakast um SMS-gávukort.