Tíðindi
Samskipari til SMS
Dugir tú at samskifta, samskipa og fáa tingini at ganga upp í eina hægri eind? So er hetta rætta starvið fyri teg.
Sum samskipari á Marknaðardeildini í SMS fert tú saman við øðrum samskipara og býlings- og marknaðarstjóra millum annað at samskipa tiltøk á Torginum og lýsingarnar hjá SMS, at arbeiða við hugskotsmenning og fleiri øðrum spennandi uppgávum.
Tú verður somuleiðis partur av einum kreativum toymi og einum spennandi umhvørvi í stórari handilsfyritøku, ið fevnir um matvøruhandlar, sølumiðstøðir og mangt annað.
Starvið krevur góð samskipanarevnir og evnir til at arbeiða sjálvstøðugt.
Vit vænta, at tú:
– hevur hóskandi royndir og/ella útbúgving
– dugir væl at samskifta
– kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst.
– dugir at leggja tilfar út á heimasíður, Facebook o.a.
– hevur skrivligar førleikar
Starvið er sett at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðstíðin er í minsta lagi 30 tímar um vikuna og løn eftir S&K-sáttmálanum.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. juni í 2019.
Send umsóknina til Regin W. Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóra, rwd@sms.fo
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Siri Sørensen, samskipara, tel. 508408 ella t-post siri@sms.fo ella við Regin W. Dalsgaard, tel. 596061 ella t-postur, rwd@sms.fo.
SMS P/F er ein av landsins størstu handilsfyritøkum. SMS rekur sølumiðstøðirnar SMS og Miðlon og handlarnar Bónus, Mylnuna og Miklagarð. SMS gevur SMS-blaðið út fýra ferðir, og tað kemur í hvørt hús í Føroyum. Í SMS P/F starvast umleið 500 fólk.