Tíðindi
Sarah Mahfoud í SMS
5.02.2020
Nú hevur tú møguleika at hitta heimsmeistaran innan boksing, Sarah Mahfoud.
Sarah Mahfoud vann heitið sum heimsmeistari innan bólkin fjaðurvekt í boksing 1. februar. Sarah er hálvur er føroyingur og kenna fleiri hana, tá hon luttók í Vild med dans.
Sarah vitjar í SMS leygardagin 8. februar kl. 14, har hon fer at skriva autografar og at taka mynd saman við fjepparum. Eisini verður møguleiki at síggja beltið.