Tíðindi
Serlig umbýtingartænasta fyri jólagávur
29.12.2025
Henda tænasta er galdandi í øllum handlum í SMS frá 28. oktobur til og við 5. januar 2026. Í hesum tíðarskeiði verður eitt serligt jólamerki klistrað á príslepan. Hetta merkið gevur kundanum rætt til at býta vøruna um ella fáa ein áognarseðil fyri vøruna. Treytin er sjálvandi, at vøran er í lagi. Hesin rættur er galdandi til og við mánadagin 5. januar 2026.

