Tíðindi
Serlig umbýtingartænasta fyri jólagávur
26.10.2026
Henda tænasta er galdandi í øllum handlum í SMS frá 26. oktobur til og við 5. januar 2027. Í hesum tíðarskeiði verður eitt serligt jólamerki klistrað á príslepan. Hetta merkið gevur kundanum rætt til at býta vøruna um ella fáa ein áognarseðil fyri vøruna. Treytin er sjálvandi, at vøran er í lagi. Hesin rættur er galdandi til og við mánadagin 5. januar 2027.

