Tíðindi
Skattaveiða í SMS
Luttak skattaveiðuni hjá Hey! í SMS og vinn Føroya fyrstu iPhone ”11”.
Kappingin verður skotin í gongd leygardagin 14. septembur kl.13:00 á Torginum í SMS. Til ber at møta upp á Torginum, leygardagin 14. septembur millum kl. 10 og 12:45 at melda seg til.
VEGLEIÐING:
Allir postarnir verða kunngjørdir á Torginum í SMS kl. 13, tá skattaveiðan byrjar. Møtið tískil í góðari tíð. Skattaveiðan endar kl.15
Úti á hvørjum posti er ein QR-kota, ið skal skannast við telefonini fyri at svara spurninginum, sum fylgir við postinum.
Fyrstu fimm luttakarnir, ið loysa skattaveiðuna og skráseta seg á Torginum í SMS, koma víðari til finaluni. Finalan verður á Torginum kl.15:15.
GÓÐ RÁÐ:
Postarnir eru spjaddir um alla Havnina, Hoyvík og Argir, og tískil er tað ein fyrimunur at hava bil ella annað akfar.
Tað er lættari at finna QR-kotuna, um tað eru fleiri, ið fylgjast, men øll mugu svara spurningunum hvør sær og skriva sítt egna navn fyri at kunna vinna, tí tað verður bert ein vinnari.