Skrivstovufólk/samskipari til Marknaðardeildina í SMS

21. August 2019

Dugir tú at samskipa, samskifta og fáa tingini at ganga upp í hægri eind? So er hetta rætta starvið fyri teg.

Søkt verður eftir skrivstovufólki/samskipara til marknaðardeildina, har ongin dagur er eins. Tú verður partur av einum kreativum toymi, har arbeiðið millum annað fevnur um at samskipa tiltøk og lýsingar, at arbeiða við hugskotsmenning og annað skrivstovuarbeiði. Á Marknaðardeildini sita býlings- og marknaðarstjórin, ein samskipari og eitt skrivstovufólk/samskipari.

Tað er ein fyrimunur, at tú: 

  • dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu
  • dugir væl á teimum sosialu miðlunum
  • hevur viðkomandi útbúgving/royndir

Vit vænta, at tú:

  • ert fyrikomandi, agrýtin og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • dugir væl at samskifta

Starvið er sett at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðstíðin er í minsta lagi 30 tímar um vikuna og løn eftir S&K-sáttmálanum.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. august í 2019.

Send umsóknina til Regin W. Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóra, rwd@sms.fo  

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Regin W. Dalsgaard, tel. 596061 ella t-postur, rwd@sms.fo ella við Siri Sørensen, samskipara, á tel 508408 ella t-postur siri@sms.fo.  

SMS P/F er ein av landsins størstu handilsfyritøkum. SMS rekur sølumiðstøðirnar SMS, Burn og Miðlon og handlarnar Bónus, Mylnuna og Miklagarð. SMS gevur SMS-blaðið út fýra ferðir, og tað kemur í hvørt hús í Føroyum. Í SMS P/F starvast umleið 500 fólk.