Tíðindi
Skrivstovufólk til P/F SMS
Skrivstovufólk til P/F SMS
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv at byrja 15. august 2020 og eitt ár fram.
Á høvuðsskrivstovuni starvast 15 fólk. Harav eru átta í bókhaldinum. Uppgávurnar á SMS-skrivstovuni fevna um at taka sær av umsitingini hjá P/F SMS-samtakinum, eitt nú bókhaldi, tollavgreiðslu og løn. SMS-samtakið fevnir um tvær handilsmiðstøðir, handlarnar Bónus, Mylnuna, Miklagarð, matarstøðini í SMS og nøkur dótturfeløg. Samtakið er í støðugari menning, og uppgávurnar hjá bókhaldinum eru tí bæði spennandi og tíðum avbjóðandi.
Um teg
Vit leita eftir einum starvsfólki, ið hevur útbúgving ella royndir innan skrivstovuyrki. Royndir við forritunum Navision, e-toll og Løttløn er ein fyrimunur, men einki krav.
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna, og lønin er sambært avtalu.
Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Susanne Nielsen, fíggjarleiðara, á susanne@sms.fo ella Mary Husgaard, skrivstovuleiðara, á mary@sms.fo.