Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Skúlabyrjan í SMS

Nú stundar til fyrsta skúladag, ið er ein rættiliga stórur dagur hjá børnum flest. Nógv skal gerast klárt til ta stóru løtuna; skúlataskan skal keypast, matpakkin skal gerast klárur, og skúlatroyggjan skal bindast.

SMS vil hjálpa tykkum við tykkara skúlabyrjan. Tí skipa vit fyri einum tiltaki á Torginum leygardagin, 20. august, frá klokkan 10 til 18. Á skránni er lesikrókur, tekniborð, søgur og ikki minst kappingar. Vit bjóða eisini mateskjur, drekkifløskur og eitt stavrað.

Skrá:
Kl. 12 og kl. 14, Hjálmar Dam lesur søgu
Kl. 10-16, fá eina ókeypis mateskju, drekkifløsku og eitt stavrað
Kl. 10-18, tekniborð
Kl. 10-18, lesikrókur við einum hópi av bókum frá Bókaklubbanum

Harafturat hava handlarnir gjørt klárt til skúlabyrjan og eru á tremur við nógvum góðum vørum og hugskotum.