Tíðindi
Slaktaralærlingur til Miklagarð
Hevur tú ein spírandi áhuga fyri kjøti og ymiskum útskeringum? So hevur tú her møguleikan at taka eina fakliga útbúgving á Føroya størsta slaktaríið. Á útbúgvingini lærur tú um slátur og útskering av ymiskum kríatúrum. Tú lærir hvussu kjøt verður skorið út, viðgjørt og góðskutryggjað, so tað hóskar seg til teir ymisku marknaðirnar.
Hjá slaktaranum í Miklagarði er altíð úr at gera. Vit framleiða kjøt til fleiri matstovur í landinum og til handlarnar Miklagarð, Mylnurnar og Bónus. Starvsfólkini eru von at arbeiða í høgari ferð, uttan at slaka uppá góðskuna, sum altíð er í hásæti í slaktarínum.
Vit leita eftir viðkomandi, ið hevur áhugað fyri matgerð og teimum ymisku útskeringunum. Ein, ið dugir at arbeiða í høgari ferð, er fyrireikað/ur uppá skiftandi arbeiðstíðir, gongur høgt uppí reinføri og er til reiðar at arbeiða við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.
Útbúgvingin tekur upp í 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving, tú hevur frammanundan. Sum slaktaralærlingur hjá Miklagarði verður tú knýtt/ur at ZBC skúlanum í Roskilde. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla í 21 vikur deilt út yvir lærlingatíðarskeiðið og fær uppihaldið goldið.
Eru spurningar til starvið ella lærutíðina, ert tú vælkomin at venda tær til Rasmus Konggaard, sláturmeistara, á tlf. 233432.
Hevur tú ein slaktara goymdan í tær? So kanst tú søkja læruplássið í Miklagarði umvegis leinkjuna HER.
Send okkum tína umsókn og møgulig avrit av prógvum áðrenn 12. desembur á midnátt.