Tíðindi
Smákykt í SMS
16.06.2025
Smákyktini vitja á Torginum í SMS frá 13. juni til 19. juli. Torir tú at nærkast teimum?
Kom á spæliplássið og framsýningina, har tú kanst stuttleika tær og fáa alt møguligt at vita um smákykt.
Tú kanst hugna tær við spurnablaðnum, sum er at fáa á Torginum og vera við í kappingini um at gerast smákyktafrøðingur og vinna gávukort.
Smákyktafrøðingurin verður funnin hvønn mánadag.
Framsýningin er frá 13. juni til 19. juli.











