Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

SMS 45 ár

45 ár eru liðin, síðan handilsmiðstøðin SMS læt upp á Trapputrøðni í Havn. Tað fer samtakið sjálvandi at hátíðarhalda í eina heila viku við góðum tilboðum og tiltøkum.

Hátíðarhaldið byrjar leygardagin 29. oktobur og eina viku fram, til leygardagin 5. novembur. Men sjálvur føðingardagurin byrjar longu mikudagin 26. novembur við teimum mongu, spennandi tilboðunum.

Tilboðini í handlunum eru at síggja í SMS-blaðnum ið júst er komi í øll húski í Føroyum.

Tiltøkini við undirhaldi og leiki byrja leygardagin 29. oktobur, tá ið SMS bjóðar kakao og bollar á Torginum klokkan 13, og Dánjal og Búi koma við síni stórfingnu Ævintýrferð vitja klokkan 14.

Mikudagin 2. novembur er sjálvur føðingardagurin hjá SMS millum klokkan 15 og 17. Tá bjóðar SMS lagkøku og kaffi á Torginum, til einki er eftir. Ella við øðrum orðum, til alt er uppi. Spælimenninir í Nólsoy eru á Torginum og spæla, og til børnini eru andlitsmáling og ballónir.

Leygardagin 5. novembur frá klokkan 9 til 11 er morgunmatur í Horninum, og har er borðhald, til alt er uppi. Klokkan 14 henda sama dag eru Trøllapætur, Omman og Ommudidd og vitja.

SMS skipar eisini fyri føðingardagsveiðu hvønn gerandisdag hesa veitsluvikuna frá klokkan 10 til 16. Haraftrat er áhugaverd framsýning alla vikuna á niðastu hædd og á Torginum.

Skrá:
Mikudagur 26. okt.:
Kl. 10.00: Tilboðini byrja í handlunum í SMS
Kl. 10.00: Føðingardagsveiða

Leygardagur 29. okt.:
Kl. 13.00: SMS bjóðar kakao og bollar
Kl. 14.00: Ævintýraferðin vitjar

Mikudagur 2. nov.:
Kl. 10.00: Føðingardagsveiða
Kl. 10.00: Framsýning
Kl. 15.00: SMS bjóðar lagkøku og kaffi
Kl. 15.00: Andlitsmáling
Kl. 15.00: Vit bjóða ókeypis ballónir
Kl 15.00: Spælimenninir í Nólsoy spæla

Leygardagur 5. nov.:
Kl. 9.00: SMS bjóðar morgunmat í Horninum
Kl. 10.00 Framsýning
Kl. 14.00: Trøllapætur, Omman og Ommudidd vitja

Umframt hetta verða kappingar hvønn dag á sosialum miðlum hjá SMS frá 31. okt. til 5. nov.!