Tiltøk
SMS 46 ár
SMS verður 46 ár í novembur og tað hátíðarhalda vit við eini føðingardagsviku í SMS. Føðingardagsvikan er frá 28 oktobur til 4.novembur.
Leygardagin 28. oktobur, bjóðar SMS ókeypis morgunmat í Horninum frá kl.09. Eisini bjóða vit ballónir og andlitsmáling, frá kl.10-16. Danny og Ingi Poulsen koma at hava sangløtu fyri tey yngru, eisini kemur barnabólkurin SMÌL á pall og seinni fara vit at spæla BINGO.
Nógv góð tilboð
Allir handlarnir hava nógv góð tilboð hesa vikuna. Tilboðini vera at síggja á heimasíðuni frá fríggjakvøldinum.
Hósdagin 2. novembur er sjálvur føðingardagurin hjá SMS. Millum klokkan 15 og 17 bjóðar SMS lagkøku og kaffi á Torginum, til einki er eftir. Ella við øðrum orðum, til alt er uppi. Tónleikur verður eisini at hoyra.
Lygardagin 28. okt.:
Kl. 09.00: Morgunmatur í Horninum.
Kl. 10.00: Andlitsmáling
Kl. 10.00: Ballónir
Kl. 11.00: Danny og Ingi Poulsen hava sangløtu, har teir syngja barnasangir við børnunum og egin løg.
Kl. 13.00 Smíl/Kularøtir
KL.14.00: Bingo
Kl. 15.00: Bingo
Hósdagin 2. nov.:
Kl. 15.00: SMS bjóðar lagkøku te, kaffi og Mist til børnini
Kl 15.00: Tónleikur á Torginum.
Vit síggjast í SMS