Tíðindi
SMS er opið sum vanligt
SMS er opið aftur sum vanligt.
Herfyri valdi SMS at fylgja tilmælunum hjá myndugleikunum og steingja SMS. Nú myndugleikarnir spakuliga lata upp fyri, at samfelagshjólini skulu í gongd aftur, hevur SMS latið upp aftur.
SMS hevur gjørt klárt til at lata upp aftur við fyriliti fyri serligu støðuna í samfelagnum.
– Vit hava koyrt frámerki á gólvini inni í øllum húsinum, ið heita fólk á at halda frástøðu. Vit hava merkt beinkirnar, sett spritt upp við allar inngongdirnar og runt í øllum húsinum og vit minna fólk á at hava gott handreinføri, sigur Durita Nolsøe, býlingsstjóri. Eisini hava allir handlar spritt á diskunum og tey spritta bæði terminalar og diskin fleiri ferð um dagin. Tað vera heldur ikki tiltøk á Torginum fyribils.
– Tað er sjálvandi sera umráðandi, at øll fylgja og hava virðing fyri tilmælunum og halda frástøðu, so vit øll kunnu kenna okkum trygg, tá vit fara til handils, bæði viðskiftafólk og starvsfólk, sigur Durita.
Hóast húsið hevur verið stongt seinastu vikurnar, hava handlarnir verið virknir, og fólk hava havt møguleika at bíleggja vøru og fáa hana senda heim. Hetta hevur tó verið avmarkað samanborið við, tá húsið var opið, og tí fegnast handilsleiðararnir um, at tað nú letur upp aftur.
Upplatingartíðir handlar:
Mán-hós: kl. 10.00-18.00
Frí: kl. 10.00-19.00
Leyg: kl. 10.00-18.00
Sun: stongt
Miklagarður:
Mán-hós: kl. 9.00-18.00
Frí: kl. 9.00-19.00
Leyg: kl. 9.00-18.00
Sun: stongt
Matarstøð:
Hornið
Mán-hós: kl. 9.00-18.30
Frí: kl. 9.00-19.30
Leyg: kl. 9.00-18.30
Sunset og Burger King:
Mán-frí: kl. 10.30-21.00
Sun: kl. 14.00-21.00