Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Freistin er farin - jólahjálp frá SMS

Í nógv ár hevur SMS latið familjum við fíggjarligum avbjóðingum jólahjálp. Endamálið við Jólahjálpini er at lætta um og geva børnum møguleika at fáa eini góð og hugnalig jól saman við sínum kæru. Jólahjálpin frá SMS er serliga ætlað støkum uppihaldarum við børnum. Tó kunnu pør við børnum eisini søkja. Tilsamans hundrað SMS-gávukort áljóðandi 1.000 kr. verða latin.

Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði. Søkja fleiri enn til ber at veita stuðul, verður Jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava størstu avbjóðingarnar fíggjarliga. Seinasta freist at søkja um Jólahjálp er mikudagin 30. november á midnátt. 

Viðgerð av persónsupplýsingum: 

SMS er dátuábyrgdari í sambandi við viðgerð av umsóknum um jólahjálp. Barnabati er dátuviðgerði. Upplýsingarnir verða viðgjørdir í trúnaði og samsvarandi teimum til eina og hvørja tíð galdandi krøvum og lógum, herundir trygdarkrøvum um vernd av persónupplýsingum. 

Viðgerðin av persónsupplýsingum er grundað á § 8, stk. 1, nr. 1, í dátaverndarlógini, sum er, at við at senda eina umsókn gevur umsøkjarin samstundis samtykki til viðgerð av persónsupplýsingunum. 

Í sambandi við jólahjálpina hjá SMS, hevur SMS gjørt avtalu við Barnabata um, at Barnabati viðger umsóknir um jólahjálp frá SMS. Barnabati skal viðgera umsókninar samsvarandi tí mannagongd, sum Barnabati nýtir til at viðgera egnar umsóknir um jólahjálp, og fylgja tí mannagongd, ið Barnabati hevur í sambandi við viðgerð viðkvæmum upplýsingum. Barnabati brúkar sama innsavningarhátt at savna inn upplýsingar, sum til sína egnu jólahjálp.

Barnabati útvegar SMS eina leinkju til dátugrunn (umsóknarskjal). Hetta merkir, at tey, sum søkja, gera tað umvegis heimasíðuna hjá SMS, men koma beinleiðis inn í skipanina hjá Barnabata. Tá søkt verður um jólahjálp skal umsóknarblaði útfyllast, har umsøkjarin skal geva ymiskar upplýsingar, eisini viðkvæmar persónsupplýsingar, so sum navn, føðingardag, útbúgvingarstøði, inntøkuupplýsingar, upplýsing um veitingar, bústaðarviðurskifti, umframt upplýsingar um hvussu nógv húskið hevur eftir at liva fyri, tá fastar útreiðslur eru goldnar. Tá umsøkjarin sendir umsóknina inn, gevur umsøkjarin samstundis eisini samtykki til, at upplýsingarnir verða viðgjørdir. Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði. 

Tørvurin á at fáa og viðgera upplýsingarnar er grundaður á, at støða skal takast til, um viðkomandi umsøkjari lýkur krøvini til at fáa Jólahjálp, sum er ætlað familjum við fíggjarligum avbjóðingum. 

Eftir viðgerðina kunnar Barnabati SMS um talið av umsóknum og talið av játtaðum umsóknum. SMS flýggjar síðani gávukort til Barnabata at pakka og lata Posta. Hetta merkir, at SMS bert fær innlit í talið av játtaðum umsóknum. SMS fær ongar upplýsingar um hvør hevur søkt ella hvør fær jólahjálp játtaða.

SMS fær ikki innlit í upplýsingarnar, sum verða sendar beinleiðis til Barnabata, sum er dátuviðgerði í samband við umsókn um Jólahjálp. Upplýsingarnir verða sendir beinleiðis inn á ein servara hjá Barnabata. Bara Djóni Eidesgaard hjá Barnabata, sum hevur ábyrgd av at viðgerða umsókninar til Jólahjálpina hjá SMS, hevur atgongd til upplýsingarnar

Yvirlit yvir persónsupplýsingar, sum verða viðgjørdar

Tað ber til hjá likamligum persónum at søkja um jólahjálp umvegis heimasíðuna hjá SMS. Umsóknin verður skrivað umvegis eina leinkju á heimasíðuni hjá SMS. Leinkjan vísir til ein dátugrunn, ið er gjørdur til endamálið. Tá ein persónur útfyllir umsóknarblaðið, skal persónurin millum annað skráseta seg við navni, adressu og telduposti. Persónurin skal eisini svara spurningum um sína fíggjarliga støðu, útbúgvingarstøðu, parlagsstøðu, tal av børnum, umframt upplýsingar um almennar veitingar. 

Upplýsingarnar fara síðani beinleiðis umvegis survey skipanina til Barnabata. Djóni Eidesgaard, leiðari í Barnabata, móttekur upplýsingarnar og er tann einasti, sum hevur atgongd til upplýsingarnar. Barnabati hevur upplýst, at upplýsingarnar eru goymdar í eini skipan, sum er góðkend til gransking. Upplýsingarnar liggja á servaranum hjá Barnabata, til viðgerðin av umsóknunum er liðug.  Allar upplýsingarnar verða strikaðar í januar mánaði.  

Dátaábyrgdari er

SMS P/f, skrásnr. 207,
Á Trapputrøðni
Boks 1059
FO-110 Tórshavn
Telefonnr. +298 341911
t-postur: sms@sms.fo
Heimasíða: www.sms.fo

Dátuviðgerði er
Barnabati 
Niels Finsensgøta 32, 2H
Boks 373
FO-110 Tórshavn
Telefonnr. +298610140
t-postur: barnabati@barnabati.fo
Heimasíða: www.barnabati.fo

Persónsupplýsingarnir verða burturbeintir tá Jólahjálpin er av. Allir persónsupplýsingar verða strikaðar í januar mánaða 2023.

Trygdarbrot

SMS hevur eina mannagongd fyri handfaring av møguligum trygdarbrotum í mun til dátuvernd, herundir um fráboðan til Dátueftirlitið og tann skrásetta. 

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

·         Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

·         Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

·         Tú hevur rætt til at angra umsóknina og fáa persónsupplýsingar strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.

Tú brúkar tíni rættindir við at senda okkum eina umbøn, djoni@barnabati.fo sum verður svarað skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 2 vikur eftir, at hon er móttikin. 

Klaga

Um tú ert ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, og um úrslitið av tíni áheitan til okkara ikki var nøktandi, kanst tú klaga til Dátueftirlitið, sum hevur bústað:

Dátueftirlitið
Sigmundargøta 13
Boks 300
FO-110 Tórshavn
T-post dat@dat.fo
Tel +298 309100