Sóleyð viðmælir
Sóleyð Hansen / Rit & Rák
Bøkur Sóleyð, leiðari í Rit & Rák, hevur lisið og mælir til at lesa.
Meter i sekundet hjá Stine Pilgaard.
Bókin er um eina kvinnu, ið flytur úr stórbýnum til Vesturjútlands saman við manninum.
At støðast í tí nýggja umhvørvinum í Velling er torført. Hon er mamma eitt smábarn, røkir sítt starv sum brævkassaskrivari í lokalavísuni og tekur koyrikort.
Bókin er sera væl skrivað, stuttlig, kenslulig, erlig og løtt og skjót at lesa.
Hon kemur út sum filmur í 2023.
Daisy Jones & The Six hjá Taylor Jenkins Reid.
Bókin lýsir lívið hjá rockbólkinum Daisy Jones & The Six gjøgnum 70’ini. Ein rock’n’roll-bók, ið lýsir kærleika, sex, rúsevnistrupulleikar og forbodnan kærleika. Bókin er skrivað sum ein samrøða. Hetta ger rithøvundurin so sera væl og ektað, at fiktiva søgan um rockbólkin er so livandi, at ein má googla bólkin fyri at vita, um hann hevur verið til.
Bókin er løtt og skjót at lesa.