Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Spennandi lærupláss hjá Demmusi

Demmus fer í næstum at byggja um, og ætla vit í tí høpi eisini at seta ein lærling.

Vit bjóða eitt spennandi lærupláss, her tú fert at arbeiða við mótaskóm og leiðbeina kundar til at taka ta røttu avgerðina. Tú verður partur av einum góðum starvsfólkaliði, her dentur verður lagdur á góða tænastu og góðar upplivingar hjá kundunum.

Okkara nýggi lærlingur fer at læra um rákið í tíðini, millum annað við at vera á skógva- og mótamessum uttanlands. Tú fert at vera við í vørubíleggingini, soleiðis at eisini tú setir tín dám á handilin og úrvalið.

Útbúgvingin tekur upp í fýra ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur frammanundan. Tú fært lærlingaløn sambært sáttmálanum hjá S&K, bæði tá ið tú arbeiðir, og tá ið tú ert í skúla. Einasta krav er, at tú hevur lokið fólkaskúlan.

Sum lærlingur hjá Demmusi verður tú knýttur at Handelsfakskúlanum í Odder. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla fýra ferðir í lærlingatíðarskeiðnum og fært uppihaldið goldið.

Grundreglan hjá Demmusi hevur allar dagar verið: “Besta tænasta fyri rættan kostnað”, og tí vænta vit av okkara starvsfólkum, at tey eru fyrikomandi, ágrýtin og tænastusinnað.

Hevur tú áhuga fyri móta og skóm, og er ein útbúgving í sølu nakað fyri teg, kanst tú seta teg í samband við Gissur Patursson, stjóra, á telefon 213535 ella á gissur@demmus.fo.

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.