Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 20.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

STARVSFÓLK TIL RAKSTUR AV MASKINUM OG EL

Vilt tú vera partur av einari av Føroya størstu handilsfyritøkum? SMS hevur seinastu árini víðkað um sítt virksemið til at umfata fleiri handlar kring landið. SMS rekur í dag sølumiðstøðirnar SMS og Miðlon, bakaríið Mylnan, Bónushandlarnar og Miklagarð.

Talan er um eitt fjølbroytt starv, har tú verður partur av einum toymi, sum hevur ábyrgd av maskin- og elrakstrinum hjá SMS-samtakinum. Arbeiðið umfatar bæði størri og smærri el og maskintekniskar uppgávur umframt installasjón av nýggjum rakstrartólum – herundir køliskipanir. Tú kemur at arbeiða hjá tekniska leiðaranum og umsjónarfólkum, og saman við fleiri tekniskum veitarum til rakstrartól. Talan er um fulltíðarstarv, har ein partur av arbeiðinum eisini kann fara fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Vit ímynda okkum, at tú hevur elektrikara- ella aðra líknandi handverkaraútbúgving.

Løn sambært avtalu.

Umsókn við prógvum, yrkisleið, royndum og viðkomandi skjølum skulu sendast til sara@sms.fo ella P/F SMS, Postboks 1059, 110 Tórshavn

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Sáru J. Petersen, starvsfólkaleiðara, á tlf. 265176 ella á sara@sms.fo

Umsóknarfreistin er 14. apríl 2020, og starvið verður sett skjótast gjørligt.