Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Samskipari/SoMe-fólk til SMS

Tímur tú væl at fáast við samskifti, sosialar miðlar og samskipan av tiltøkum? So hava vit møguliga eitt starv til tín á Marknaðardeildini í SMS.

Starvið

Arbeiðsuppgávurnar hjá samskiparanum fevna breitt. Tú fær millum annað ábyrgdina av at dagføra og menna tilfar til heimasíður og sosialar miðlar. Tú skal, saman við býlingsstjóranum og øðrum starvsfólkum á deildini, verða við at hugskotsmenna, seta í verk og samskipa tiltøk.

Arbeiðsstaðurin er á skrivstovuni inni í SMS, og fevna uppgávurnar tí eisini um at avgreiða og vegleiða fólk, ið støkka inn á skrivstovuna, og at selja gávukort og annað fyrifallandi.

Tú kemur at starvast í einum kreativum og spennandi umhvørvi, har tú í stóran mun sjálv/ur setur tín dám á arbeiðsdagin.

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú er ágrytin, forvitin og at tú arbeiður væl sjálvstøðugt, líka væl sum í einum toymi.

Útbúgving er ikki eitt krav, tað er tó ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Meta og SoMe, og at tú dugur væl at orða teg á føroyskum.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Tú kemur í størstan mun at arbeiða gerandisdagar tá deildin hevur opið, men kann eisini vænta at arbeiða skeivar tíðir, í samband við tiltøk o.a.

Vilt tú hava meira at vita um starv ella starvssetan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Duritu Nolsøe, býlingsstjóra, á telefon 220230.

Umsókn við CV og møguligum viðkomandi tilfari skal sendast umvegis leinkjuna í høgru síðu í seinasta lagi sunnukvøldið 28. mai 2023. Starvið verður sett um 1. juli 2023 ella eftir avtalu.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

SØK STARVIÐ HER