Tíðindi
Stórt binditiltak á Torginum í SMS
Stórt binditiltak verður á Torginum í SMS í døgunum 4.-7. mars. Tað vera verkstovur, kappingar, góð tilboð, bindidrunnur, íblástur og mangt annað á skránni.
Skráin fyri Binditiltakið á Torginum 4.-7. mars
Stórt binditiltak verður á Torginum í SMS frá mikudegnum 4. mars til og við leygardagin 7. mars. Navia verður á Torginum við íblástri, nýggjum bindibókum og góðum tilboðum, og Bindifestivalurin skipar fyri verkstovum, fyrilestri, kappingum og eisini verður møguleiki at keypa sær atgongumerki til Bindifestivalin 2020.
Ein kapping koyrir allar dagarnar og ein vinnari verður funnin hvønn dag kl. 17.30. Eisini verður ein bindidrunnur á Torginum allar dagarnar.
Navia hevur stóra framsýning av troyggjum og nýggjastu bindibókunum. Eisini vera sera góð tilboð uppá troyggjur. Til ber eisini at keypa bindipakkar, um ein vil vera við í eini verkstovu á Torginum.
Skrá yvir verkstovur o.a.:
Mikudagin 4. mars
Miniverkstova kl. 16.30
“Ullarverkstova” – Hav bara góða humørið við – vit hava ullina.
Undirvísari er Dorthea Joensen, sum dámar at fáast við ull.
Hósdagin 5. mars
Miniverkstova kl. 16.30
“Dominobinding” – Tak stokkar og tógvrestir við á verkstovuna, ella keyp ein bindipakka frá Navia.
Undirvísari er Randi Borðoy, sum dámar at bjóða bindingini av.
Fríggjadagin 6. mars
Minifyrilestur kl. 16.30
“Hvussu fyribyrgja og loysa vit bindispenningar?” – Fá nøkur hugskot heim við tær.
Undirvísari er Mariann P. Garðalíð, ergoterapeutur.
Leygardagin 7. Mars
Ókeypis morgunmatur í Horninum kl. 9.00-11.00
Miniverkstova kl. 11.00
“Foreldur og barn” – Tak stokkar og tógv við á verkstovuna, ella keyp ein byrjanarpakka frá Navia.
Undirvísari er Dagmar Beder, námsfrøðingur og bindikøn.
Legg til merkis: Tað er avmarkað atgongd til verkstovurnar.
Navia verður á Torginum hvønn dag frá kl. 10-18.
Bindifestivalurin verður á Torginum mikudag til fríggjadag kl. 12-18 og leygardag kl. 9-18.