Tíðindi
Stórt føstulávintshald í SMS
Leygardagin 22. februar verður stórt føstulávintshald í SMS við tunnusláttri, andlitsmáling og stuttligum undirhaldi. Klovnurin Bubu ætlar sær at ganga grýla í SMS, og hann vil fegin hava øll børnini við sær. Tað ræður eisini um at vera grýluklæddur hendan dagin, tí tær bestu grýlurnar vinna spennandi vinningar. SMS bjóðar ókeypis føstulávintsbollar og Mist.
Árliga føstulávintshaldið hjá SMS er altíð sera væl umtókt, og húsið plagar at vera fult av grýluklæddum børnum, sum stuttleika sær.
Skráin á degnum
10-14 Andlitsmáling
11.00 Tunnusláttur fyri børn upp í 4 ár / børn 5-8 ár
12.00 Gang grýla í SMS saman við Bubu
12.45 Bubu velur bestu grýlurnar
13.00 Tunnusláttur fyri børn 9-12 ár