Opið í dag 14.00 - 21.00
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Stórt føstulávintshald í SMS

Leygardagin 18. februar verður stórst føstulávintshald við Angelu & Hannibal, tunnusláttri og eini rúgvu av skemtiligum undirhaldi fyri stór og smá

Føstulávint byrjar av álvara leygardagin 18. februar kl. 11, tá stóra føstulávintshaldið hjá SMS verður skotið í gongd.

Á skránni verður andlitsmáling, tunnusláttur, undirhald við Angelu & Hannibal og síðan endar dagurin við, at Angela og Hannibal velja bestu grýlurnar. Afturat mongu tiltøkunum bjóðar SMS ókeypis føstulávintsbollar og sunkist.

Skráin á degnum:
Kl. 11-15: Andlitsmáling
Kl. 12-13 Tunnusláttur – Børn upp í 4 ár og børn 5-8 ár
Kl. 13.00 Angela og Hannibal velja bestu grýlurnar
SMS bjóðar harafturat ókeypis føstulávintsbollar og sunkist.

Kl. 13.15-13.45 Angela & Hannibal framføra á pallinum
Kl. 14-15 Tunnusláttur – Børn 9-12 ár
Kl. 15.00 Angela og Hannibal velja bestu grýlurnar
SMS bjóðar harafturat ókeypis føstulávintsbollar og sunkist.

Síggjast í SMS!