Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Stórt føstulávintshald í SMS

Leygardagin 2. mars verður stórst føstulávintshald við Bubu, tunnusláttri og eini rúgvu av skemtiligum undirhaldi fyri stór og smá

Føstulávnt byrjar av álvara leygardagin 2. mars kl. 10, tá stóra føstulávintshaldið hjá SMS verður skotið í gongd.

Á skránni verður andlitsmáling, myndatøka av vøkru grýlunum, tunnusláttur, skattaveiða við Bubu og síðan endar dagurin við, at Bubu velur bestu grýlurnar. Afturat mongu tiltøkunum bjóðar SMS ókeypis føstulávintsbollar og sunkinst.

Føstulávintstiltakið hjá SMS er á hvørjum ári, og tað er sera væl umtókt millum bæði foreldur og børn. Orsøkin er uttan iva mongu tiltøkini á degnum, góði hýrurin og, at tað altíð er gott veður inni í SMS.
Skráin á degnum:

Kl. 10-14: Andlitsmáling

Kl. 10-14.30 Tak eina mynd í grýluboksini (Øll ið luttaka fáa eina ókeypis mynd við heim).

Kl. 11-12 Tunnusláttur – Børn upp í 4 ár og børn 5-8 ár

Kl. 12.15-12.45 Skattaveiða við Bubu
Kl. 13-14 Tunnusláttur – Børn 9-12 ár

Kl. 14.15 Bubu velur bestu grýlurnar

SMS bjóðar harafturat ókeypis føstulávintsbollar og sunkist.