Tiltøk
Stórt innandura spæliland í SMS
Nú kunnu bæði børn og foreldur gleða seg til stóra Trøllaskógin, sum verður inni í SMS alla summarfrítíðina. Vit vita, at summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tá er gott við einum innandura spælilandi, har børnini altíð kunnu spæla í góðum veðri. Spælilandið verður á Torginum frá 12. juni til 22. juli.
Sum heitið sigur, so verður ein Trøllaskógur á Torginum í SMS við trøllum, trøðum, ið geva ljóð frá sær og flyta seg sum røtt, livandi trø. Í Trøllaskóginum verður eisini gjørligt at reiggja, skreiða, hoppa og spæla.
Tað er sjálvandi ókeypis at spæla í Trøllaskóginum.