Tíðindi
Stórt innandura spæliland í SMS
3.06.2026
Nú kunnu bæði børn og foreldur gleða seg til Sirkusspælilandið, sum verður inni í SMS alla summarfrítíðina.
Vit vita, at summarveðrið í Føroyum kann vera skiftandi, og tá er gott við einum innandura spælilandi, har børnini altíð kunnu spæla í góðum veðri. Spælilandið verður á Torginum frá 10. juni til 25. juli.
Sum heitið sigur, so verður tað eitt litfagurt sirkus á Torginum í SMS við øllum tí, sum hartil hoyrir. Í Sirkusspælilandinum kunnu børnini eisini at reiggja, skreiða, hoppa og spæla.
Tað er sjálvandi ókeypis at spæla í Sirkusspælilandi.

