Tiltøk
Stórt ólavsøkutiltak í SMS
Aftur í ár skipar SMS fyri stórum ólavsøkutiltaki leygardagin 27. juli
Ólavsøkan byrjar í ár í SMS við m.a. andlistmáling, góðgæti og ballónum. Kæti kemur at undirhalda børnum og barnsligum sálum.
SMS skipar á hvørjum ári fyri ólavsøkutiltøkum, og tað hevur verið sera væl vitjað og væl dámt av bæði børnum og foreldrum.
Ólavsøkuskráin
13:00-15:00 Andlitsmáling
13:00-16:00 Ókeypis ballónir
15:00 Stórt barnatiltak við Kæti
SMS bjóðar ólavsøkubrús og bomm aftaná tiltakið
Vit í SMS ynskja øllum eina góða ólavsøku.