Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 19.00
Miklagarður
09.00 - 19.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Sunset fær hamskifti

Sunset í SMS letur aftur 18. aug kl. 21 og letur upp aftur 31. aug í nýggjum hami.
“Tað verða gjørdar stórar broytingar, sum viðskiftafólkini fara at fáa ágóðan av”, sigur Sally Rasmussen, sum er leiðari fyri øll matstøðini í SMS. Sunset verður nútímansgjørt við nýggjum køki, keypsdiski og møblum í sjálva matstaðnum. “Eisini kunnu viðskiftafólkini gleða seg til nýggjar vørur á matskránni, og at vit eitt nú fara burtur frá at nýta plastiksúgvirør”, sigur Sally.
Nýggja Sunset letur upp aftur 31. august kl. 10.30.