Tíðindi
Tekna nýggja jólaposan
22.08.2023
Vinn eitt gávukort upp á 2.000 krónur!
Nú fáa børn upp í 13 ár í Føroyum møguleika at koma við sínum uppskoti um, hvussu jólaposin hjá SMS skal síggja út í ár.
Eins og undanfarnu árini skal SMS hava ein jólaposa við eini fittari barnatekning á. Umframt at fáa sína tekning á jólaposan hjá SMS fær vinnarin eisini eitt gávukort upp á 2.000 krónur frá SMS. 10 útvaldar tekningar vunna gávukort upp á 200 krónur frá SMS.
50 tær bestu jólatekningarnar vera valdar út og hongdar upp í SMS, her øll hava møguleika at vera við at velja ársins jólaposa í tíðarskeiðnum frá 12. til 17. september. Tekningin, ið hevur fingið flest atkvøður, verður ársins jólaposi 2023.
Tekningin skal gerast á serliga tekni-blaðið, ið kann heintast á Marknaðar-deildini, og skal vera latin SMS í seinasta lagi mánadagin 11. september 2023 klokkan 12:00.