Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Vaktur til SMS

SMS sóknast eftir einum starvsfólki at arbeiða sum vaktur í dagtímunum.

Arbeiðsuppgávurnar eru bæði vaktar- og lættari húsavørðauppgávur. Vit bjóða eitt starv við góðum starvsfelagum og ymsum arbeiðsuppgávum, har ongin dagur er líka.

 

Vit vænta, at tú:

– Ert ágrýtin og álítandi

– Kanst arbeiða sjálvstøðugt og við øðrum

– Hevur eitt jaligt lyndi

 

Arbeiðstíðin er mánadag til sunnudag, eina viku til arbeiðis og eina viku frí. Løn er sambært sersáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.

Rein revsiváttan er kravd.

 

Er hetta nakað fyri teg ella hevur tú spurningar? So kanst tú seta teg í samband við Duritu Nolsøe, býlingsstjóra, á tel 220230 ella á dn@sms.fo. Les meira og søk starvið beinleiðis HER 

Freistin at søkja er 12. septembur á midnátt.

 

 

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.