Vaktur til SMS

25. Januar 2021

SMS sóknast eftir einum starvsfólki at arbeiða sum vaktur í dagtímunum.

Arbeiðsuppgávurnar eru bæði vaktar- og lættari húsavørðauppgávur.

Vit bjóða eitt starv við góðum starvsfelagum og ymsum arbeiðsuppgávum, har ongin dagur er líka.

 

Vit vænta, at tú:

Ert ágrýtin og álítandi

Kanst arbeiða sjálvstøðugt og við øðrum

Hevur eitt jaligt lyndi

 

Arbeiðstíðin er mánadag til sunnudag, eina viku til arbeiðis og eina viku frí.

Løn er sambært sersáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.

Rein revsiváttan er kravd.

Er hetta nakað fyri teg ella hevur tú spurningar? So kanst tú seta teg í samband við Sáru Petersen, starvsfólkaleiðara, á tel 265176 ella á sara@sms.fo.

Tú søkir starvið á https://starv.sms.fo/