Tiltøk
Vár Mótasýningin 2023
Hóskvøldið 30. mars kl. 20 verður árliga vár-mótasýningin í SMS. Heili 12 handlar fara at sýna fram vármótan 2023. Eins og undanfarnu ár, verður tað ein mótasýning við einum samansettum showi við tónleiki, pallseting og nýggjasta mótanum. Tað verður ongin annar er Dan Helgi, ið fer at diska til mótasýningina.
Handlarnir lata upp fyri gestunum kl.19.30 við nógvum góðum tilboðum fram til kl. 22. Sjálva mótasýningin byrjar kl. 20 á Torginum í SMS. Eftir mótasýningina verða leskiligir góðbitar at fáa í handlunum.
Handlarnir í SMS lata aftur kl. 18 og síðan lata vit upp aftur kl. 19.30-22.00.