Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Várdagur

Hósdagin, 30. apríl, var aftur vælumtókta tiltakið Várdagur í SMS.

Allir handlarnir høvdu opið til kl. 22.00 og vóru á tremur við nógvum góðum tilboðum.

Á Torginum kundi man hoyra nógvan góðan tónleik, har Martin Joensen, Vón Holm Magnadóttir, Ronja Rasmussen, Tummas Árni Dam Chrisophersen, Vár Isaksen og Bjarki Virgarson Trondesen trinu á pallin.
Umframt góðan tónleik, var sofaprát um pensjónistafelagið, Hugna, í Klaksvík, tað at verða vitjanarvinur og eitt spennandi samstarv, sum er komið í lag millum íslendingar og Landsfelag Pensjónista, og sjálvandi ein góður kaffimunnur og søtt ábit afturvið.

Børnini spældu barnabingo á Torginum, og seinni út á dagin kundu tannáringar royna seg í Kahoot. Kvøldið endaði við tónleikabingoi til vaksin, har tey høvdu møguleika at vinna feitar vinningar og sjálvandi eisini at snara eydnuhjólinum.

Takk fyri ein so góðan Várdag!

Sí fleiri myndir her: Várdagur í SMS – SMS