Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Várdagur í SMS

Mikudagin 28. Apríl verður vælumtókti Várdagurin í SMS. Tá hava handlarnir opið til kl 22 við nógvum góðum tilboðum og tí nýggjastu várvøruni, og eisini verður ymiskt á Torginum

Mikudagin byrja vit við, at børnini kunnu fara á fruktveiðu frá kl 10-18. Øll børnini, ið lata kortið inn á Marknaðardeildina, fáa okkurt lekkurt afturfyri, og eru samstundis við í dráttinum um fleiri góðar vinningar.
Øll eru eisini vælkomin at vera við í kappingini um at telja fruktir á Torginum. Eisini her eru fleiri góðir vinningar til tey, ið gita rætt ella eru tættast við. Vit draga um 6 ymsar vinningar.

Oyruni verða eisini forkelaði hendan dagin, tá ið Ólavur á Váli Olsen við bólki, Guðrið Hansdóttir og Honeypie fara á pallin á Torginum, ávikavist kl 17, 19 og 20.30

SMS letur aftur kl. 22.