Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Várdagur í SMS

Várdagur við góðum tilboðum og undirhaldi

Hósdagin 1. mai verður afturvendandi og vælumtókta tiltakið Várdagur í SMS. 

Handlarnir, sum eru á tremur við nýggjasta vármótanum og várvørum annars, hava opið langt út á kvøldið, og samstundis verður ein ørgrynna av undirhaldi á Torginum.

Lagt verður til brots beint aftan á døgurða, tí klokkan 13 bjóða vit teimum, sum eru eitt sindur eldri, til áhugaverd sofaprát. Beate L. Samuelsen, journalistur og forkvinna í Landsfelag Pensjónista fer at tosa við Onnu Rúnu Jakobsen, sum fortelur um mammu sína, sum bleiv inngift, og við Eyðvør Tausen Olsen, leiðara í Kvinnuhúsinum, og Fridu Dam, harðskapsráðgeva, sum fer tosa um ágang í móti eldri. Harafturat verður eisini prát við Markus Hvannastein, formann í Tannlæknafelagnum, um tannheilsuna hjá eldri fólki.  

Síðan fer Robert McBirnie at syngja nakrar sangir. 

Nógvur livandi tónleikur

Børnini vera heldur ikki gloymd, tí seinnapartin fer eingin minni enn SMS-Vox-vinnarin, Jóhanna Biritudóttir Iversen, at syngja nakrar sangir, eins og Bubu vitjar. Bubu fer at framføra ymiskt fyri teimum smærru.

Flestu okkara elska tónleik, og nógvur livandi tónleikur verður at hoyra í SMS hendan dagin. Millum teirra, ið fara at syngja, eru Robert McBirnie, SMS-Vox-vinnarin Jóhanna Biritudóttir Iversen. Og so verður konsert við Eyðuni, Terja og Kim klokkan 20.

Disko Bingo fyri vaksin er á Torginum klokkan 21 hóskvøldið. Vinnarin sleppur at snara eydnuhjólinum, har mann kann vinna ferð fyri tvey til Paris, SMS-gávukort og atgongumerki til bæði Tórsfest og Voxbotn.  

SMS letur dyrnar aftur klokkan 22 hóskvøldið.

Skráin:

Kl. 13: Sofaprát um pensjónistalív fyrr og nú og um tannheilsu. 
Gestir eru Anna Rúna Jakobsen, Rakul Dalsgaard-Jacobsen og Markus Hvannastein.

Kl. 14: Robert McBirnie spælir nøkur løg

Kl. 16: SMS Vox-vinnarin, Jóhanna, syngur fyri okkum 

Kl. 17: Bubu undirheldur

Kl. 20: Konsert við Eyðuni, Terja og Kim

Kl. 21: DiskoBingo fyri vaksin. Vinningar: ferðaseðlar fyri tvey til Paris, SMS-gávukort og atgongumerki til Voxbotn og Tórsfest.

Síggjast í SMS!

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.