Tíðindi
Várdagur í SMS
Hósdagin 30. apríl verður afturvendandi og vælumtókta tiltakið Várdagur í SMS.
Lagt verður til brots beint eftir døgurða, tí klokkan 13 bjóða vit teimum, sum eru eitt sindur eldri, til áhugavert sofaprát. Beate L. Samuelsen, journalistur og forkvinna í Landsfelag Pensjónista, fer at tosa við Mariu Olsen, ið er forkvinna í pensjónistafelagnum, Hugna, í Klaksvík. Hon fer at greiða frá virkseminum í felagnum.
Hanna Olsen er vitjanarvinur og samskipari av Vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi í Runavíkar kommunu. Hon fer at greiða frá um Vitjanartænastuna hjá Reyða Krossi, m.a. hvussu man verður góðkendur sum vitjanarvinur, hvussu mann ber seg at fyri at fáa ein vitjanarvin, og tagnarskyldu.
Sofie Falkenberg, Nudlavirkið. Sofie starvast hjá reklamufyritøkuni, sum ,vegna íslendska happadráttin ”DAS”, hevur fingið samstarvið í lag millum íslendingar og Landsfelag Pensjónista. Sofie fer at greiða frá samstarvinum, sum snýr seg um at fáa føroyingar at binda puntar úr restatógvi, sum síðani verða seymaðir saman til klútateppir.
Fyri hvønn puntin letur ”DAS” 10 føroyskar krónur til Landsfelag Pensjónista, tó í mesta lagi 50.000 krónur tilsamans. Peningurin skal setast inn á serliga kontu hjá Landsfelag Pensjónista og brúkast til okkurt tiltak til frama fyri føroyskar pensjónistar.
Síðan fer Martin Joensen at syngja nakrar sangir.
