Tíðindi
Várdagur - Ung á palli
Vón Holm Magnadóttir
Vón er 18 ár og gongur síðsta árið á miðnámi. Hon hevur sungið og spælt tónleik, síðan hon var smágenta. Sangur er tað, sum fyllir mest í hennara lívi. Gjøgnum sangin, følir hon, at hon veruliga far úttrykt seg og sína hugsjón.
Ronja Rasmussen
Ronja er 21 ár og er eitt spildurnýtt navn á føroyska tónleikapallinum. Hon hevur nógv uppá hjarta og skrivar bæði sárbærar og bersøgnar tekstir. Løgini eru fangandi, og hon framførir eitt gandakent ljóðunivers, sum tú avgjørt burdi upplivað.
Tummas Árni Dam Chrisophersen
Tummas er 18 ár og hevur sungið, síðan hann var heilt lítil. Hann gongur á musikkskúlamiðnámi.
Tónleikurin fyllir mest í hansara lívi, tí hann elskar at úttrykkja seg kreativt, og tónleikurin er ein av teimum bestu mátunum at gera tað, heldur hann.
Vár Isaksen
Vár er 22 ár og hevur sungið so leingi, sum hon minnist. Tónleikurin hevur hjálpt henni ígjøgnum nógvar svárar støður. Hon kennir seg heima á pallinum og brennur fyri sangi og tónleiki og elskar at standa á palli og framføra.
Bjarki Virgarson Trondesen
Bjarki er bert 14 ár, men er longu nú ein av fremstu ungu røddunum, vit eiga. Tey flestu hava allarhelst hoyrt hann í sangrøðini Hoydalar. Bjarki elskar at framføra og hevur stórar dreymar.
Vit gleða okkum at fylgja øllum teimum ungu, sum koma á pallin hóskvøldið kl.20.00

