Tíðindi
Várdagur
Várdagur við góðum tilboðum og undirhaldi
Komandi hósdag verður afturvendandi og vælumtókta tiltakið, Várdagur, aftur á skrá í SMS. Handlarnir, sum eru á tremur við nýggjasta vármótanum, og várvørum annars, hava opið til kl. 22.00. Samstundis verður ein ørgrynna av undirhaldi á skránni á Torginum.
Lagt verður til brots beint eftir døgurða, tí klokkan 13 bjóða vit teimum, sum eru eitt sindur eldri, til áhugavert sofaprát. Beate L. Samuelsen, journalistur og forkvinna í Landsfelag Pensjónista, fer at tosa við Mariu Olsen, forkvinna í pensjónistafelagnum, Hugna, í Klaksvík, Honnu Olsen, sum er vitjanarvinur og samskipari av Vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi í Runavíkar kommunu og Sofie Falkenberg, sum starvast hjá reklamufyritøkuni, Nudlavirkið. Sofie fer at greiða frá samstarvinum, sum er komið í lag millum íslendingar og Landsfelag Pensjónista, sum snýr seg um at fáa føroyingar at binda puntar úr restatógvi, sum síðani verða seymaðir saman til klútateppir.
Síðani fer Martin Joensen at syngja nakrar sangir, og SMS bjóðar eitt søtt ábit afturvið.
Børnini vera ikki gloymd, tí kl.16.00 verður barnabingo á Torginum, har børnini kunnu hugna sær og vinna gávukort frá SMS, og sjálvandi hava vit eisini góðar síðuvinningar.
Kl. 18.00 verður tað Kahoot fyri tannáringar, har tey fara at royna seg í eydnuni um at vinna eitt gávukort frá SMS áljóðandi 1000 kr.
Sum nakað nýtt hava vit bjóðað fýra ungdómum pallin, Vár Isaksen, Vón Holm Magnadóttir, Ronja Rasmussen og Bjarki Virgarson Trondese. Tey eru, sum danir siga, “up and coming.” Tey eru ágrýtin, hava vakrar røddir og brenna veruliga fyri tónleikinum.
Um tit vilja uppliva hesar lívsjáttandi sangfuglar áðrenn øll hini, so er at koma ein túr í SMS kl. 20.00.
Kl. 21.00 verður tónleikabingo fyri vaksin. Evnið er staklags bingo (One Hit Wonders), har tit hava møguleika at vinna feitar vinningar. Sjálvandi fara vit eisini at snara eydnuhjólinum.
Vinningarnir eru:
Voxbort atgongumerkir, Tórsfest atgongimerkir, Airpods (Elding), Lekrar inniskógvar (Demmus), Hitsters (Rit og Rák) Gàvukort frá SMS, troggja frá Navia, Mads Nørregaard blusur frá Gelluni.
Vit síggjast í SMS






