Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Vármótin í SMS sýndur á netinum í kvøld

Í kvøld, hóskvøld 30. apríl kl. 20, vísa vit vármótan úr SMS á netinum. Allir klædnahandlarnir í húsinum koma við sínum boðum upp á vármótan innan klæðir, skógvar, smykkur og tógv til harrar, damur og børn.

Í staðin fyri eina mótasýning á Torginum, verður tað sostatt ein upptøka, sum verður stroymd á netinum, soleiðis at tú hevur møguleika at síggja nakað av tí, sum handlarnir í SMS hava at bjóðað í løtuni.

Sýningin verður stroymd á Facebooksíðuni hjá SMS, facebook.com/sms.fo kl. 20 í kvøld. Samstundis verður eitt serligt tilboð avdúkað.

SMS hevur opið fríggjadag frá kl. 10 til 19 og leygardag frá kl. 10 til 18.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.