Tíðindi
Vinn bókina Højt at flyve - ej at falde
Í sambandi við hugnakvøldið við Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard týskvøldið 9. juli í SMS, letur Gunnvør tvey eintøk at bókini hjá sær, ‘Højt at flyve – ej at falde’, sum hon útgav í fjør.
Tú kanst vinna eitt eintak við at fara inn á Facebook– ella Instagramsíðuna hjá SMS og frámerkja vinin, ið tú vilt hava við tær til hugnakvøldið við Gunnvør týskvøldið kl. 20 í SMS. Vinnarin verður funnin týsdagin kl. 14.
Um bókina
Bókin er ein eym samtalubók millum tvær sera ymiskar tó á ymsan hátt eins kvinnur, Gunnvør Dalsgaard og sálarfrøðingin Mette Holm. Tær báðar hava, hvør í sær, funnið ein hátt at stilla seg omaná tað, sum nívir í lívinum. Tær hava nevnliga báðar merkt, at lívið til tíðir kann vera trupult. Tær avgjørdu tískil at hittast og deila teir lyklar, tær brúka, tá á stendur, bæði innaní og rundanum tær. Í bókini tosa tær erliga um tað trupla í lívinum, at vera støk mamma og kvinna, um at líkjast burturúr, og um alt tað, ið annars fyllir í einum kvinnulívi.
Tær eru djarvar í teirra hugsanum og prátið, tí tær vilja gerast klókari uppá seg sjálvar og samstundis hjálpa øðrum kvinnum at standa sterkari.
Bókin fæst eisini til keyps í Rit & Rák, og Gunnvør signerar bókina eftir framløguna í Baresso í SMS, sum byrjar kl. 20.