Vinn nýggju Oyggjaleikadraktina

5. Apríl 2020

Vinn Oyggjaleikadraktina 2019 og nýt somuleiðis høvi at síggja ÍSF framsýningina á Torginum í SMS, áðrenn hon verður tikin niður hósdagin 11. apríl kl.18.

Hósdagin 11. apríl kl. 16.00 undirskrivar ÍSF avtalur við fýra samstarvsfelagar á Torginum í SMS.

Í hesum sambandi verður kapping á Torginum har møguleiki verður at vinna nýggju draktina, sum verður brúkt til Oyggjaleikirnar á Gibraltar í summar. Seinasta freist at luttaka í kappingini er hósdagin 11. apríl kl.17, tá vinnarin verður trektur. Tú kanst vinna við at svara einum spurningi og lata lepan í svarkassan á Torginum.

Hetta er somuleiðis seinasti møguleiki at síggja framsýningina, sum endar hósdagin 11. Apríl kl. 18.

Á myndini eru nú- og fyrrverandi íðkarar í gomlum Oyggjaleikadraktum.