Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Uppskrift: Vinnandi kakan frá køkukappingini

Eftir: Siri E. A. Gray  

Royn hana heima 

Sjokolátakøka við knaslagi og hindberjamousse  

Sjokolátabotnur:  

2 egg  
175 g sukur  
1 spsk. vaniljusukur  
65 g myrka sjokolátu  
125 g smør (Raska)  
50 g mjøl  
1 spsk. kakaopulvur  

Soleiðis gert tú:  

1. Píska egg og sukur væl 

2. Smelta smør og sjokolátu, og vend tað í eggjablandið  

3. Blanda mjøl og kakaopulvur saman og sálda tað í deiggið  

4. Stoyt deiggið í ein smurdan springform við bakipappíri í botninum.  

5. Baka køkuna í 175 stigum í uml. 35 min. og lat køkuna kølna.  

Sjokolátaknas:  

100 g Nutella  
70 g knústar maisflykrur  

Soleiðis gert tú:  

1. Smelta nutella og rør maisflykrurnar í.  

2. Smyr knaslagið á kølnaða botnin. Lat 1 cm vera allan vegin runt.

 

Hindberjamousse:  

5 límbløð  
250 g fryst hindber  
1 vistfrøðilig sitrón  
200 g súrróma (Raska)  
2 tsk. vaniljusukur  
90 g sukur  
3,5 dl róma (Raska)  

Soleiðis gert tú:  

1. Bloyt límbløðini í køldum vatni í uml. 10 min.  

2. Skalið á sitrónini skal rívast av og rørast í súrróman. 

3. Koyr sukur og vaniljusukur í súrróman og rør tað væl saman.  

4. Pressa saftina úr sitrónini og kóka hana saman við hinberunum.  

5. Sálda saftina í ein bolla og upploys límbløðini í saftini.  

6. Stoyt spakuliga súrrómablandið í hindberjasaftina, meðan tú rørir væl.  

7. Píska róman lætt og rør hann í hindberjablandið í tveimum umførum.  

Samla køkuna:  

1. Finn eitt fat at seta køkuna á.  

2. Loys botnin úr springforminum, tak bakipappírið av og set køkuna á fatið.  

3. Koyr springformin rundanum botnin og koyr køkuplast ímillum botnin og springformin.  

4. Stoyt hindberjamousse á botnin og set køkuna í frystiboksina í minsta lagi 4 tímar.   

5. Tak køkuna úr frystiboksini, loys køkuna úr springforminum, tak køkuplastið av og lat køkuna tiðna.  

6. Pynta køkuna, sum tær lystir.